Ráðgeving til instagram

Knitting and wonderful coffee at _cafemo
Hat weather❄️it is time to knit my famli
Finally, the Lundar Sweater pattern has
Ranja is wearing her new Lundar Sweater
Bohéme Mohair Edition is so wonderfully
Maks is inspecting my knitting
One more custom order of a Bohéme sweate
I am working on hat number 2 tonight✨🧶t
Omg! He stole my knitting needles🙈😂_
1/1

Ynskir tú serkøna ráðgeving til altjóða marknaðarføring av fyritøku tíni á instagram? 

 

Vit ráðgeva teg/tykkum í at brúka instagram sum eitt amboð til altjóða marknaðarføring.

 

Eftir bert 2 árum hava vit fingið sera góð úrslit við at marknaðarføra fyritøkuna Faroeknit á instagram. Vit hava eftir heilt stutta tíð, fingið yvir 16.000 fylgjarar um allan heimin. Hetta, tí vit hava arbeitt málrættað við altjóða marknaðarføring á instagram. Tað eru nakrar heilt serligar mannagongdir vit hava brúkt, sum hava givið hesi góðu úrslit. 

Instagram er ein støðugt vaksandi So Me pallur. Hevur tú eina altjóða fyritøku, er ikki bara umráðandi at vera til á instagram, men eisini at kunna brúka instagram, sum eitt amboð í marknaðarføringini.​

Í samband við altjóða marknaðarføring á instagram, kunnu vit millum annað ráðgeva í hesum:

  • Hvussu brúkar tú myndir?

  • Hvussu brúkar tú tekstir? 

  • Hvussu brúkar tú #hashtags?

  • Hvussu planleggur tú?

Umframt at ráðgeva um instagram, bjóða vit okkum eisini til at umsita instagram kontur fyri fyritøkur og stovnar. 

Set teg í samband við okkum á tlf. 261380 ella gestablidni@gmail.com fyri at hoyra nærri. ​