

Hvør eru vit?
Vit eita Randi og Eyðfinn, og hava drúgvar royndir innan ferðavinnu, marknaðarføring, samskifti og myndatøku. Síðan 2014 hava vit arbeitt við bókingarskipanum á netinum. Í dag kunnu vit kalla okkum ekspertar á økinum. Okkara serkønu vitan, ynskja vit nú at deila við onnur.
Fleiri og fleiri leiga hús út til ferðavinnuna og hevur kappingin ongantíð verið so hørð sum nú. Tí er umráðandi, at skilja seg burturúr mongdini. Fyri at økja um tína sølu, kunnu vit
-
stovna ein professjonellan vanga á Airbnb, Booking og TripAdvisor.
-
taka professjonellar myndir av húsum tínum.
-
skriva sølufremjandi tekstir.
Eisini bjóða vit:
-
at umsita alt samskifti á netinum við tínar gestir.
-
ráðgeving til tín, sum longu hevur hús á netinum.
-
ráðgeving til sosialar miðlar sum til dømis facebook og instagram.
Hvat bjóða vit?
Ráðgeving
Vit veita serkøna ráðgeving, eisini til tín, sum longu hevur hús á netinum.